Innanlands

Vánalig koyrilíkindi á Vestmannavegnum

Hált er í støðum um alt landið, og heitir Landsverk á bilførarar um at koyra varliga

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-23 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hált er í støðum um alt landið, sigur Landsverk, sum eisini boðar frá, at tað í løtuni eru stak vánalig koyrilíkindir á Vestmannavegnum. Har er nógv jarðrok í ælunum, og verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.

Jarðrok er eisini í ælunum á Gjáarvegnum, verður sagt.

Í løtuni verður m.a. boðað frá hálku í Runavík, á Gerðabøi í Klaksvík, á Vatnsoyrum, á Sandi og á Porkerishálsi.

Koyrilíkindi hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder