Innanlands

Vánalig koyrilíkindi í hálkuni í morgun

Lítið hálkuóhapp hevur verið við Norðskála

Gjáarskarð í morgun (Vesmynd: Landsverk)

Gjáarskarð í morgun (Vesmynd: Landsverk)

2024-03-26 07:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Væl av kava er komið niður í nátt, og tað er hált nógvastaðni kring landið. Landsverk boðaði í morgun frá, at tað ikki var koyrandi til Gjáar, Norðradals og til Skælings, at koyrilíkindini vóru vánalig á Oyggjarvegnum á Streymoynni og á vegnum til Saksunar.

Á Vestmannavegnum og um Hálsin í Sandavági eru koyrilíkindini eisini sera vánalig.

Í morgun var eitt lítið ferðsluóhapp á landsvegnum við Norðskála tá tveir bilar rendu saman á vegamótinum. Annar bilurin varð fluttur til bensinstøðina á Oyrarbakka, meðan bíðað var eftir at løgreglan skuldi koma fram, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun.

Í gjárkvøldið mátti patrúljan í Suðuroy ein túr út og biðja nøkur børn ella ung um at fara til hús. Tey høvdu frægd av at kasta kavabløk móti einum húsum.

(Rættað kl. 08.21. Vit skrivaðu fyrr í morgun, at talan var um eitt hálkuóhapp. Tað var tað ikki)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder