Innanlands

Vandamikil rakett seld í Føroyum

Ávarað verður ímóti sølu av hesari rakettni, og sølan verður steðgað nú

2019-12-30 20:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sikkerhedsstyrelsen í Danmark hevur víst á eina vandamikla rakett, sum eisini er seld í Føroyum.

Hesum boðar løgreglan frá, sum eisini hevur tosað við flestu innflytararnar av fýrverki til Føroya um trupulleikan.

Hesir steðga søluni av rakettini nú, verður sagt.

Vandamiku rakettirnar eita "Outcast Missilraketter" og hava vørunummarið 331.6020 og batchnummarið 201150-18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder