Heimsheilsustovnurin WHO váttar, at nýggir tilburðir av deyðiliga og smittandi marburgvirusinum er skrásett í Vesturafrika á fyrsta sinni. Tað skrivar Reuters.
Sjúklingurin í vesturafrikanska landinum Guinea, ið var smittaður við virussinum, hevur latið lív.
Marburgvirus er í ætt við ebola, og kann hava eina deyðiligheit upp á 80 til 90 prosent.
Virusið var á fyrsta sinni lýst í 1967 í týska býnum Marburg, tá royndarapur innfluttar úr Uganda smittaðu sjey fólk, sum doyðu.
- Vandin fyri, at marburgvirussið spjaðir seg merkir, at vit mugu støðga tí á vegnum, sigur Matshidiso Moeti, deildarstjóri hjá WHO í Afrika.
12 ferðir hevur henda umfarssjúkan tikið seg upp, mest í eystara og sunnara parti av Afrika. Harðast rakti hon í 2004-2005, tá 227 fólk í Angola lótu lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald