Innanlands

Vandi fyri at mest loyvda ferðafólkatalið fer niður aftur á 10

Tórshavnar kommuna heitir enn einaferð á fólk um at brúka masku í bussinum – Um verandi gongd heldur fram, kann mest loyvda ferðafólkatalið fara niður aftur á 10

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-09-14 13:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin í farnu viku heitti Tórshavnar kommuna á fólk um at minnast til at brúka masku í býarbussinum.

– Børnini og tey heilt ungu eru sera røsk at brúka masku, tá tey koyra við Bussleiðini. Verri er við teimum tilkomnu og eldru, sum tykjast at hava slakað nógv, síðan kommunan kom við tilmælinum um at brúka masku í bussinum, segði kommunan, sum tí heitti á fólk um at fylgja teimum ungu og brúka masku í bussinum.

Í dag hevur kommunan sent út enn eina áheitan.

– Sum áður fráboðað eru børnini og tey heilt ungu sera røsk at brúka masku, tá tey koyra við Bussleiðini. Verri er við vaksnum, sum hóast áheitanir tykjast at hava slakað nógv, síðan kommunan kom við tilmælinum um at brúka masku í bussinum.

– Smittutalið er vaksandi aftur, og vil illa til, kann smittan spjaða seg skjótt, skrivar Tórshavnar kommuna.

Avgerðin um at gera masku til eitt krav í bussinum varð tikin fyri at kunna hækka mest loyvda ferðafólkatalið til 25, men um verðandi gongd heldur fram, kann tað skjótt henda, at talið fer niður aftur á 10, sigur kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder