Uttanlands

Vandi fyri at nýggja frábrigdið spjaðir seg í Evropa

Nýggja koronufrábrigdið, sum ger um seg í Afrika, hevur nú fingið navnið Omikron-frábrigdið – Í Evropa er tað higartil bert staðfest í Belgia, men tað er møguliga longu komið til onnur evropeisk lond eisini

ES-londini eru vorðin samd um at seta avmarkingar í verk fyri ferðandi úr fleiri londum í sunnara parti av Afrika. Her sæst Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini á tíðindafundi í Brússel fríggjadagin (Mynd: EPA)

ES-londini eru vorðin samd um at seta avmarkingar í verk fyri ferðandi úr fleiri londum í sunnara parti av Afrika. Her sæst Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini á tíðindafundi í Brússel fríggjadagin (Mynd: EPA)

2021-11-27 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sera stórur vandi er fyri, at nýggja koronufrábrigdið spjaðir seg í Evropa, sigur Evropeiski stovnurin fyri sjúkufyribyrging og eftirlit, ECDC.

Nýggja frábrigdið B.1.1.529, sum nú hevur fingið navnið Omikron, varð fyrst funnið í Suðurafrika, og higartil er tað bert staðfest í einum ES-landi – Belgia. Men hildið verður nú, at tað møguliga eisini er komið til m.a. Hollands og Týsklands, skrivar Ritzau.

Tað er ógreitt, hvussu Omikron-frábrigdið smittar, um koppsetingin verjir ímóti tí, og hvussu stórur vandi er fyri, at ein verður smittaður aftur, staðfestir váðametingin hjá ECDC m.a.

Í gjár segði Heimsheilsustovnurin, WHO eisini, at nýggja frábrigdið er ørkymlandi.

Orsakað av nýggja frábrigdinum hava fleiri lond hert reglurnar fyri ferðandi, og ES-londini eru eisini vorðin samd um at seta avmarkingar í verk fyri ferðandi úr fleiri londum í sunnara parti av Afrika.

Talan er um Suðurafrika, Botsvana, Lesotho, Mosambik, Namibia, Simbabvi, og Esvatini.

Sambært evropeiska heilivágsstovninum, EMA er enn ov tíðliga at siga, um neyðugt er við nýggjum koppingarevni ella dagføring av verandi koppingarevnunum fyri at fáa verju ímóti nýggja frábrigdinum.

Pfizer/BioNTech, sum hevur ment koppingarevnið, sum m.a. verður brúkt í Føroyum, hevur boðað frá, at tey helst vita, um koppingarevnið verjir ímóti Omkron-frábrigdinum, í seinasta lagi um tvær vikur.

Nýggja frábrigdið skarar m.a. framúr á tann hátt, at tað hevur í minsta lagi tíggju mutatiónir, meðan Delta-frábrigdið til samanberingar hevur tvær, og Beta-frábrigdið hevur tríggjar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder