Uttanlands

Vandi fyri eldgosi nærhendis Grindavík og Bláa Lóni

Óvanliga nógvur ófriður í undirlendinum á Reykjanesi hesar dagarnar

Gosfjallið liggur beint við Bláa Lón (Savnsmynd: EPA)

Gosfjallið liggur beint við Bláa Lón (Savnsmynd: EPA)

2020-01-28 08:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Íslandi er stórur spenningur í hesum døgum, nú ávarað verður móti vandanum fyri, at tað møguliga fer at goysa úr fjallinum þórbjörn, sum liggur beint norðan fyri Grindavík á suðurstrondini á Reykjanesi.

Fylgisveinamyndir hava staðfest, at økið millum Grindavík og Bláa Lónið er hækkað munandi seinastu dagarnar, og tað er tekin um, at gosvirksemi er undir økinum, kallað Svartengi. Í Svartengi er eisini eitt orkuverk, sum veitir bæði streym og heitt vatn til Suðurnesjaøkið.

Vandi er fyri, at býurin Grindavík kann byrgjast inni, um tað fer at goysa. Serfrøðingar meta, at møguligar gossprungur helst fara at liggja í ein rætning útsynning-landnyðring, og at tær lættliga kunnu raka høvuðsvegin norður úr Grindavík og møguliga eisini vegin, sum gongur vestur úr býnum út móti Reykjanesi.

Tað búgva um 3.500 fólk í Grindavík. Og við tað, at tað dagliga vitja fólk í túsundatali í Bláa Lóni, so kann hugsast at eini 5.000 fólk verða rakt, um tað knappliga fer at goysa, skrivar íslendski miðilin visir.is.

Eisini flogferðslan til og úr Íslandi verður rakt, um þórbjörn tekur at goysa. Altjóða flogvøllurin í Keflavík liggur einans 12 kilometrar frá fjallinum, og sambært Stöð 2 verður flogvøllurin noyddur at steingja í somu stund, sum tað fer at goysa.

Hóast økið er hækkað, og tað hava verið nógvar ristingar í økinum seinastu dagarnir, so er tó ikki vist, at eldgos er á veg. Gosvirksemi er trupult at avlesa og tað er als ikki óvanligt við ógvusligum aktiviteti í undirgrundini á hesum leiðum, skrivar miðilin grapevine.is.

Seinast tað goysti úr þorbjörn-eldgosinum var í 1211. Tá goysti úr fjallinum í næstan 30 ár fram til umleið 1240.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder