
Cloetta Danmark ApS afturkallar nú fleiri sløg av sleikisneisum. Orsøkin er, at vandi er fyri, at metalstykkir kunnu vera í sneisunum, og tí kann vøran gera skaða, um hon verður etin.
Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni afturkallar Cloetta eisini páskaregg, har hesir sleikisneisar eru partur av vøruni.
Vørurnar eru seldar í føroyskum handlum, og mælt verður til, at tey, sum hava keypt hesa vøru, lata hana inn aftur, hagani tey hava keypt hana, ella at tey beina vøruna burtur.
Talan er um hesar vørur:
Zoo Lollipop (leys vekt)
EAN-strikukota 7330869151357
Best fyri: 06.08.2022
Malacos blandede slikkepinde (Lollipops)
Best fyri: 11.06.2022 og 12.06.2022
EAN-strikukota: 7310350113200
Cloetta páskaregg (innihalda omanfyrinevndu sleikisneisar)
Best fyri: Allar dagfestingar frá 10.07.2021 til og við 02.10.2021
EAN-strikukota: 7310350132133
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald