Mong eru, sum njóta góðu sóldagarnar um summarið við einari kaldari sodavatn ella øl. Men ikki er vist, at hetta fer verða sama njótilsi framyvir, tí at vandi er fyri, at sodavatnin og ølin fara at verða heldur flatar.
Orsøkin er, at bryggjarí runt Evropa er undir trýsti í løtuni, tí at trupulleikar eru við at fáa fatur á koltvísúrni, sum gevur sodavatn sítt brús og øl sínari bløðrur.
- Norðurevropa hevur í løtuni sítt besta summar í tíggju ár, og tað hevur sjálvandi lagt trýst á bryggjaríini. Av tí at nógvir framleiðarar av koltvísúrni gera viðlíkahald í løtuni, eru veruligir trupulleikar við at útflýggja koltvísúrni til framleiðslu av sodavatn og øl, sigur tíðindastjórin í Carlsberg, Kasper Elbjørn, við DR.
Carlsberg hevur tó ein fyrimun, tí at teirra bryggjarí í Fredericia er sjálvbjargin í framleiðsluni av koltvísúrni. Koltvísúrni verður fingið til vega undir bryggingarprosessini, og tí verður øl bryggjað í hátrýsti á bryggjarínum í Fredericia.
Meðan Carlsberg tí enn megnar at levera øl til danskarar, hava onglendingar stórar trupulleikar. Barrirnar í Onglandi mangla koltvísúrni, tí at bert ein framleiðari av koltvísúrni er í Onglandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald