Innanlands

Vandi fyri plasti í breyðinum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan kallar aftur “kartoffelsandwich” frá Kohberg

2022-01-18 12:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú móti vøruni, kallað “kartoffelsandwich”, sum er seld í føroyskum handlum, tí plast kann vera í vøruni.

Talan er um skorið ljóst breyð frá Kohberg. Haldbærið á hesi vøruni gongur út í morgin 19. ella 20. januar.

Clipskoturnar á vøruni eru 1907F3 og 2001F3 og EAN-strikukotan: 5 701 2461 0564 5.

Vand er fyri, at plastpetti kunnu vera í vøruni, sum tí kann vera vandamikil at ega, skrivar Heilsufrøðiliga, sum heitir á fólk, sum liggja inni við vøruni um at lata handlinum vøruna aftur ella beina fyri henni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder