Uttanlands

Vandi fyri salmonella í Kinder-eggum

Danska matvørueftirlitið ávarar móti væl umtóktum søtmeti til børn

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2022-04-07 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vanliga eru Kinder Surprise – eisini kend sum Kinderegg – knýtt at óvæntaðum upplivingum.

Men trupulleikar við reinførinum hjá einum útlendskum framleiðara ger nú, at vandi er fyri øðrum upplivingum enn teirri, sum fjalir seg í sjokulátaegginum, skrivar Ritzau.

Danska matvørueftirlitið, Fødevarestyrelsen, ávarar nú móti, at salmonella kann vera í fleiri av vørunum frá Kinder.

Hetta er orsøkin til, at Ferrero Scandinavia, sum eigur Kinder, nú kallar fleiri av vørum sínum aftur.

Talan er um vørurnar Kinder Surprise, Kinder Surprise Maxi, Kinder Schokobons og Kinder Mini Eggs.

Vørurnar, sum nú verða kallaðar aftur av danska marknaðinum, hava ymiskar best-fyri-dagsetingar. Tær eru seldar í matvøruhandlum um alt landið, upplýsir danska matvørueftirlitið.

Eftirlitið mælir brúkarum, sum hava keypt vørurnar um at lata tær aftur haðani tær eru keyptar, ella at beina tær burtur.

Salmonella kann elva til leyst lív, magapínu, fepur, høvuðpínu og kanska vaml og spýggju, alt frá nøkrum fáum døgum til fleiri vikur, skrivar Ritzau.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur nú eisini lagt ávaringina út á sína heimasíðu 

(Broytt kl. 12.00)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder