Ísrael og Iran eru nær við at enda í opnum kríggi, sum kann menna seg til eina stóra kreppu í øllum Miðeysturøkinum. Í dag hevur USA heitt á londini um at vísa hóvsemi.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, endurtók, at USA ikki ynskir eina kreppustøðu:
- Vit fara framhaldandi at stuðla ísraelska herinum fyri at verja okkara fólk í økinum, segði Blinken undan einum fundi við irakiska varaforsætisráðharran, Mohammed Ali Tamin í Washington.
Tamin ávaraði um, at ein stimbran av hernaðarliga virkseminum kann hála alt økið út í stórkríggj.
- Tí biðja vit allar partar um av vísa hóvsemi og verja diplomatisku reglurnar og altjóða lógir, segði hann.
Eisini onnur lond, eitt nú Frakland og Stórabretland hava mælt til hóvsemi.
Men tað er óvist hvussu nógv diplomatiska virksemið kann fáa burturúr. Iranska álopið á Ísrael fór yvir um eitt gamalt mark. Ísrael og Iran kríggjast ikki eitt skuggakríggj longur, nú er talan um verulig álop á hvønn annan.
Krígsráðið í Ísrael hevur á fundi í dag kjakast um møguligar hevndaratsóknir fyri iranska dronu- og rakettálopið. Sambært óváttaðum keldum, er ikki semja í ísraelsku herleiðsluni, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Sambært ísraelska sjónvarpinum, Channel 12, tosar krígsráðið um fleiri møgulig aftursvar upp á iranska álopið. Tosað verður um at fremja tiltøk, ið vilja raka Iran meint, men tó forða fyri einum stórkríggi.
Sambært Channel 12 roknar Ísrael við at velja eitt mótálop, sum USA ikki vil vera ímóti.
Iran hevur hinvegin endurtikið hóttanir sínar um at svara aftur í stundini, um Ísrael hevnir seg. Iranski uttanríkisráðharrin, Hossein Amirabdollahian endurtók hóttanina í eini samrøðu við bretska starvsbróður sín, David Cameron, í dag. Sambært Amirabdollahian verður aftursvarið ógvusligari enn álopið leygardagin.
Samstundis er tað nærum óhugsandi, at Ísrael ikki fer at svara aftur onkursvegna. Ikki at svara aftur, er tekin um veikleika, og økir bara vandan fyri fleiri álopum, skrivar yle.fi við AFP, Reyters og BBC sum keldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald