Innanlands

Vandu at verja seg móti russiskari hóttan

Lion Protector-venjingin í Vestmanna snúði seg í stóran mun um at verja undirsjóvarkaðalar og brynja seg móti vaksandi russiska skuggaflotanum, skrivar The Telegraph.

Bretsk herfólk í venjing oman fyri Vestmanna (Mynd: Alex Ceolin/MoD)

Bretsk herfólk í venjing oman fyri Vestmanna (Mynd: Alex Ceolin/MoD)

2026-10-02 15:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er stóra hóttanin úr Moskva í Norðurhøvum, sum var evni, tá m.a. bretskar og danskar herdeildir hildu hernaðarvenjingar saman í Vestmanna herfyri.

Hetta var fyrstu ferð síðan annan verðaldarbardaga, at bretskar deildir høvdu venjingar á landi í Føroyum. Endamálið var at brynja seg móti russisku hóttanini í Norðuratlantshavi.

Tað skrivar bretska blaðið The Telegraph sum í dag hevur stóra grein frá venjingunum í Føroyum.

Venjingarnar gingu millum annað út upp á at virka umborð á skipum úr russiska skuggaflotanum og at verja seg móti fíggindaligum virksemi yvir kritiskum undirsjóvarkaðalum.

Bretski verjumálaráðharrin, Wes Sterling verður í The Telegraph siteraður fyri at siga, at Moskva gerst “alt meira fyrilitaleyst og minni diskret” í sínum “fíggindaligu átøkum”, eitt nú við at kortleggja undirsjóvarnetið av kaðalum, sum Bretland og Evropa brúka til flutning av orku og dátum.

[object Object]Wes Streeting, bretskur verjumálaráðharri, avmyndaður á ársfundinum hjá Labour farna vikuskiftið (Mynd: Adam Vaughan/EPA)

Bretski verjumálaráðharrin nevndi hetta undan einum topprundi hjá Joint Expeditionary Force, JEF, sum skuldi vera í Keflavík í Íslandi í dag. Kanada og Ukraina luttaka eisini á hesum fundinum. JEF er ein samgonga av tíggju norðurevropeiskum londum undir bretskari leiðslu.

JEF hevur síðan august skipað fyri eini umfatandi hernaðarvenjing bæði í Eystrasalti og Atlantshavi, kallað Lion Protector, sum snýr seg um at verja infrakervið á havbotninum.

Ein liður í hesi venjing var venjingin í Føroyum í september, skrivar The Telegraph, sum eisini upplýsir at yvir hundrað bretsk herfólk frá Special Operations Maritime Task Group vóru við í venjingunum í Føroyum.

Greinin í The Telegraph 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder