Sorgarleikurin í suðurkoreanska høvuðsstaðnum, Seoul leygarkvøldið skal kannast gjølla, sigur suðurkoreanski forsætisráðharrin, Han Duck-soo.
– Stjórnin fer at kanna, hvat orsøkin var til hesa vanlukkuna, og vit vilja gera okkara besta fyri at gera neyðugu broytingar, so ein slík vanlukka ikki hendir aftur, sigur hann.
Uml. 100.000 fólk vóru í býarpartinum Itaewon leygarkvøldið í sambandi við Halloween-hátíðarhaldi, og har varð ein mannamúgva kroyst gjøgnum eina smala gøtu.
154 persónar hava latið lív, og 149 vórðu særd. Hjá 33 av teimum særdu er støðan hættislig, skrivar DR.
Suðurkoreansku myndugleikarnir siga, at í minsta lagi 19 útlendingar eru millum tey, sum lótu lív í ófriðinum í Seoul. Í minsta lagi ein teirra er úr Noregi. Eisini eru persónar úr Iran, Usbekistan og Kina.
Landasorg er lýst, og øll Halloween-tiltøk hjá skúlum, dagstovnum og fyritøkum umframt konsertir eru avlýstar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald