2020-11-27 22:08
Tað eydnaðist Jónfríð Johannesen at vinna ommu síni, Fíu Johannesen, 40.000 krónur í Gekkinum í kvøld.
Jónfríð ringdi inn sum fjarritari fyri ommu sína, og valdi at deila gekkin, sum í kvøld var ein hálv millión í tríggjar leypar, so 200.000 krónur vóru í hvørjum.
Í øðrum snari lendi hon á 20.000 krónum, og hetta varð faldað við tvey, sum gav henni 40.000 krónur.
Ikki so galið eitt fríggjakvøld í november.
Næsta fríggjakvøld verður Gekkurin 600.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald