Uttanlands

Vápnaður maður stjól sjúkrabil og koyrdi á fleiri fólk

Umfatandi leiting varð sett í verk – sjúkrabilurin er støðgaður og ein maður handtikin

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2019-10-22 12:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður tók í dag ræðið á einum sjúkrabili í Torshov býarpartinum í Oslo. Fleiri fólk og ein barnavognur vórðu árend.

Sambært eygnavitnum varð barnið, sum lá í ákoyrda barnavogninum flutt á sjúkrahús.

Løgreglan hevur leitað við tyrlu og nógvum fólkum eftir sjúkrabilinum, og eitt stórt øki av býnum hevur verið avbyrgd í dag, skrivar NRK.

Skot vórðu latin av móti hjólunum á sjúkrabilinum fyri at fáa hann at støðga, og maðurin í stolna sjúkrabilinum skal eisini hava latið skot av, skrivar nrk.no.

Beint eftir middag, okkara tíð, skrivaði norska løgreglan á Twitter, at tey høvdu fingið tamarhald á sjúkrabilinum, og at skot vóru latin av í sambandi við atsóknina, men at ongin hevur fingið álvarsligan skaða.

Ein persónur sigst vera handtikin, men leitað verður eisini eftir einum øðrum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder