Uttanlands

Vápnahvíld í Gaza

32 fólk eru deyð í álopunum seinastu dagarnar

Rakettir á náttarhiminum yvir Gaza (Mynd: EPA)

Rakettir á náttarhiminum yvir Gaza (Mynd: EPA)

2019-11-14 09:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein vápnahvíld er fingin í lag millum herin í Ísrael og vápnaðu herdeildirnar hjá Islamiskt Jihad eftir krígshendingarnar í Gazageiranum seinastu dagarnar.

Tað upplýsir ein talsmaður fyri ísraelska herin fyri AP tíðindastovuna. Ein talsmaður hjá Islamiskum Jihad hevur eisini váttað vápnahvíldaravtaluna fyri BBC.

Sambært heilsumálaráðnum í Gaza, sum er undir leiðslu av hernaðarligu Hamas-rørsluni, hava álopini seinastu dagarnar kostað 32 mannalív, og 63 fólk eru særd.

Sendimaðurin hjá ST í Miðeystri, Nickolay Mladenov sigur, at ST saman við Egyptalandi hevur arbeitt fyri, at álopini í Gaza ikki skuldu enda við veruligum kríggi.

- Komandi tímarnar og dagarnir eru avgerandi. Allir partar mugu halda aftur og gera sítt fyri at sleppa undan blóðbaði. Miðeystur hevur ikki fleiri kríggj fyri neyðini, skrivar hann millum annað á Twitter.

Sambært Reuters sást ein rakett í morgun, men annars er friðarligt í Gaza.

Ísraelskar deildir drupu týsnáttina ein leiðara í hernaðarbólkinum Islamiskt Jihad og konu hansara.

Hetta fekk palestinskar deildir at skjóta yvir 300 rakettir móti Ísrael, har sivil máttu leita sær skjól fyri rakettunum.

Av teimum 300 rakettunum vórðu 90 skotnar niður av ísraelsku verjuskipanini Iron Dome, skrivar ísraelska blaðið Haaretz.

Talan er um eina flytbara skipan, sum er gjørd til at tileinkisgera rakettir og granatir í luftini, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder