Í morgin, sunnudagin fer vápnahvíldin millum Hamas og Ísrael í gildi. Vápnahvíldin fer í gildi í morgin ári klokkan 8.30 lokala tíð, sum er klokkan 6.30 føroyska tíð, upplýsir talsfólk fyri uttanríkismálaráðið í Katar, sum hevur verið meklari í samráðingunum millum Ísrael og Hamas.
Avtalan um vápanhvíld varð góðkend av ísraelsku stjórnini í nátt.
Sambært avtaluni verður fyribils steðgur í bardøgunum í Gaza, og Ísrael tekur herdeildir sínar aftur. 33 gíslar verða leyslatnir av Hamas - umleið helvtin av gíslunum, sum enn eru á lívi í Gaza - og afturfyri verða 737 palestinskir fangar, sum hava verið fongslaðir ella afturhildnir í Ísrael, leyslatnir.
Áður hava ísraelskir myndugleikar deilt ein lista við 95 palestinskum fangum, sum eftir ætlan skulu leyslatast í býti fyri gíslar hjá Hamas. Fyrstu fangarnir verða sambært Ísrael leyslatnir sunnudag seinnapart klokkan 14 føroyska tíð, skrivar Ritzau.
Hetta skal eftir ætlan henda í fyrsta umfarinum av vápnahvíldini, sum væntandi fer at vara seks vikur.
Hetta er fyrstu ferð síðan november 2023, at partarnir eru vorðnir samdir um eina vápnahvíld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald