Vápnahvíldin millum Ísrael og hernaðarliga palestinsku rørsluna, Hamas, heldur fram meðan samráðingar um at leyslata fleiri gíslar halda fram.
Tað sigur ísraelski herurin í morgun, sambært Reuters.
Stutt eftir boðaði Hamas frá, at avtalan er longd í eitt samdøgur.
Avtalan umvápnahvíld rann annars ganga út í morgun klokkan 5 okkara tíð.
Hamas hevur latið fleiri gíslar leysar hesa seinastu tíðina. Hetta er gjørt í býti við palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.
Vápnahvíldin vardi upprunaliga í fýra samdøgur, men varð longd við tveimum, tá upprunaavtalan rann út týsdagin.
Ein talsmaður fyri ísraelske herin segði í gjárkvøldið, at 159 gíslar vóru eftir í Gaza. Eftir hetta eru 14 gíslar afturat leyslatnir, skrivar Ritzau.
Gíslarnir vórðu tiknir 7. oktober av vápnaðum herdeildum hjá Hamas, sum lupu á mál har suðuri í Ísrael, samstundis vórðu fleiri rakettir latnar av móti Ísrael. Undir atgerðini doyðu 1.200 fólk í Ísrael og umleið 240 vórðu tikin til gísla.
Ísrael svaraði aftur við støðugum álopum á Gazageiran í sjey vikur út í eitt. Myndugleikarnir í Gaza siga, at umleið 15.000 palestinar hava latið lív í loftálopunum.
Gíslarnir, sum í gjárkvøldið vórðu leyslatnir vóru tíggju ísraelar og fýra tailendarar. Ísraelarnir vóru fimm yngri fólk og fimm kvinnur. Fimm teirra hava dupultan ríkisborgaraskap. Tað snýr seg um trý úr Týsklandi, ein úr USA og ein úr Niðurlondum.
Seinni boðaðu ísraelsku fongsulsmyndugleikarnir, at 30 palestinar vórðu leyslatin úr fongslum í Jerusalem og Vestara Áarbakka, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald