Uttanlands

Vápnahvíldin seinkað nakrar tímar

Vápnahvíldin, sum skuldi vera galdandi frá klokkan 6.30 í morgun, byrjaði ikki fyrr enn klokkan 9.15 – Ísraelski herurin hevur framt álop á Gaza í morgun, og sambært sivilverjuni í Gaza hava átta fólk latið lív

Ísrael hevur í morgun framt fleiri álop á Gaza, áðrenn vápnahvíldin kom í gildi (Mynd: EPA)

Ísrael hevur í morgun framt fleiri álop á Gaza, áðrenn vápnahvíldin kom í gildi (Mynd: EPA)

2025-01-19 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Upprunaliga skuldi vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas byrja klokkan 6.30 í morgun, men hon kom ikki í gildi fyrr enn klokkan 9.15.

Ísraelski herurin hevur tí í morgun framt álop á "yvirgangsmál" í pørtum av Gaza, boðar herurin frá í morgun.

Orsøkin til, at vápnahvíldin ikki fór í gildi klokkan 6.30 sum upprunaliga ætlað, er, at Hamas ikki hevði givið ísraelum ein lista yvir gíslar, sum skulu leyslatast í dag.

Sambært Hamas varð listin ikki sendur fyrr í morgun av "tøkniligum orsøkum", men stutt fyri klokkan níggju varð boðað frá, at Hamas hevði almannakunngjørt listan við  nøvnunum á trimum gíslum, sum skulu leyslatast seinnapartin í dag, skrivar Ritzau.

Sivilverjan í Gaza upplýsir, at í minsta lagi átta fólk lótu lív í ísraelskum álopum í morgun, og fleiri enn 25 vórðu særd.

Sambært avtaluni um vápnahvíld, sum nú er komin í gildi, skulu 33 gíslar, sum vórðu tiknir av Hamas 7. oktober 2023, leyslatast teir fyrst 42 dagrnar. Eisini skulu hundraðtals palestinskir fangar leyslatast úr Ísrael.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder