Uttanlands

Vápnahvíldin verður longd í tvey samdøgur

Hetta gevur møguleika fyri at enn fleiri gíslar og fangar kunnu latast leys

Mynd tikin í Ramallah í gjár, tá fleiri palestinskir fangar í ísraelskum fongslum sóu familjur sínar aftur (Mynd: EPA)

Mynd tikin í Ramallah í gjár, tá fleiri palestinskir fangar í ísraelskum fongslum sóu familjur sínar aftur (Mynd: EPA)

2023-11-27 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Partarnir í krígnum í Gaza millum Ísrael og Hamas, er samdir um at leingja vápnahvíldina við tveimum samdøgrum.

Tað sigur talsmaðurin fyri uttanríkisráðið í Katar, Majed al-Ansari, á sosiala miðlinum X í dag.

Katar hevur virkað sum meklari í ósemjuni og var við til at fáa í lag vápnahvíldina, ið stóð til at renna út í dag.

Hamas-felagsskapurin hevur váttað, at vápnahvíldin er blivin longd, skrivar dr.dk.

- Vit eru vorðin samd við okkara brøður í Katar og Egyptalandi um at leingja humaniteru vápnahvíldina í tveir dagar afturat eftir somu treytum sum higartil, sigur Hamas í eini fráboðan, sum Sky News og Reuters endurgeva.

Enn hava myndugleikarnir í Ísrael ikki váttað, at vápnahvíldin er longd.

Diaa Rashwan, talsmaður fyri stjórnina í Egyptalandi, sum saman við Katar hevur virkað sum meklari, segði fyrr í dag, at Ísrael og Hamas vóru nær við at gera eina avtalu um at leingja vápnahvíldina í tveir dagar.

Við leingingini verða 20 ísraelskir gíslar afturat og 60 palestinar, ið eru fongslaðir í Ísrael, leyslatin.

Hetta er ikki váttað av pørtunum, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder