Týsdagin varð ein 19 ára gamal maður handtikin í Kensington Park í avstralska statinum South Australia.
Orsøkin var, at hann 17. desember hevði ballast á einum náttklubba í býnum Adelaide, hóast hann visti, at hann varð staðfestur positivur fyri koronu.
Eini 150 fólk, harímillum gestir og starvsfólk á náttklubbanum, noyddust hareftir í sóttarhald.
Maðurin er leyslatin aftur móti veðhaldi, og skal hann fyri rættin í februar. Sambært avstralskum miðlum kann hann enda við einari risabót á 20.000 dollarar ella upp í tvey ára fongsulsrevsing fyri at hava brotið ásetingarnar hjá myndugleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald