Meðan koronasmittan av álvara byrjaði at gera um seg kring heimin fyri tveimum árum síðani, kláraðu Marshalloyggjarnar í Kyrrahavinum at halda henni burtur.
Sambært BBC var oyggjalandið, sum hevur 59.000 íbúgvar, eitt av teimum seinastu koronafríu støðunum, áðrenn tveir smittutilburðir vórðu staðfestir í oktober 2020. Talan var um tvey ferðafólk úr USA.
Fyri einari viku síðani hevði landið onga smittuspjaðing skrásett í samfelagnum, men seinastu dagarnar er talið á smittutilburðum økt nógv.
– Beint nú fyrireika vit okkum til harðastu tíðina undir koronafarsóttini, sigur landsins heilsumálaráðharri, Jack Niedenthal sambært DR.
Hann leggur afturat, at av tí at nærum øll onnur lond í heiminum vórðu rakt áðrenn tey, eru tey væl fyrireikaði, og hava tey fingið eina góða fatan av, hvussu smittan ber seg at.
Í høvuðsstaðnum Majuro er talið á smittutilburðum tvífaldað síðan fríggjadagin, og sambært seinastu tølunum hevur uml. tíggjundi hvør borgari í býnum fingið staðfest smittuna seinastu dagarnar.
Síðan oktober 2020 eru 3.036 smittutilburðir staðfestir á Marshalloyggjunum, og tvey andlát eru skrásett í hesum sambandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald