Innanlands

Vár Honnudóttir sett í starv hjá Fólkaheilsuráðnum

Høvuðsuppgávan hjá Vár verður at fyrireika fólkaheilsukanningina “Hvussu hevur tú, tað?”, sum verður framd aftur í februar 2023

(Mynd: folkaheilsa.fo)

(Mynd: folkaheilsa.fo)

2022-04-30 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, 1. mai byrjar Vár Honnudóttir, cand.scient.san.publ, í tíðaravmarkaðum starvi sum verkætlanarfólk hjá Fólkaheilsuráðnum.

Vár er kanditatur í Fólkaheilsufrøði og hevur hollar royndir við hagfrøðiligum greiningararbeiði. M.a. hevur hon í tveimum umførum fyrr starvast í Fólkaheilsuráðnum í sambandi við greiningararbeiði og verið við til at fyrireika stóru “Hvussu hevur tú, tað?” kanningina hjá Fólkaheilsuráðnum.

Høvuðsuppgávan hjá Vár verður, sambært Fólkaheilsuráðnum, at fyrireika fólkaheilsukanningina “Hvussu hevur tú, tað?”, sum verður framd aftur í februar 2023.

Umframt at fyrireika kanningina, sum verður gjørd komandi ár, kemur Vár at arbeiða við øðrum kanningum, m.a. eini kanning av ungum í Føroyum. Hon kemur eisini at samskifta við føroyskar og útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við.

Kanningarnar- og greiningararbeiðið gevur Fólkaheilsuráðnum gott grundarlag at raðfesta og leggja arbeiðið hjá ráðnum til rættis, skrivar Fólkaheilsuráðið á heimasíðuna.

Vár sigur, at tað, sum gevur meining fyri seg, er at granska í fólkaheilsu og vónandi vera við til at betra um fólkaheilsuna í Føroyum, samstundis sum hon kann brúka sínar hagfrøðiligu førleikar og menna sítt epidemiologiska grundarlag.

Les eisini: Snorri Patursson í starv hjá Fólkaheilsuráðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder