2025-02-09 15:43
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Maðurin, sum týsdagin skeyt frá hond á skúlanum Campus Rigbergska í Örebro, er fyrrverandi næmingur á skúlanum.
Tað váttar svenska løgreglan fyri miðlinum Svenska Dagbladet.
Ellivu fólk doyðu í skottilburðinum. Millum tey deyðu, var maðurin sum hildið verður, er gerningsmaðurin.
Svenskir miðlar skriva, at 35 ára gamli Rickar Andersson er gerningsmaðurin. Hetta hevur løgreglan kortini ikki váttað.
Forsætisráðharrin Ulf Kristeson, fer í kvøld klokkan 18, klokkan 19 lokala tíð, at halda røðu fyri svenska fólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald