Altjóða starvsfólkið hjá Reyða Krossi Føroya, Vár í Dali, hevur ein týðandi leiklut sum humaniterur ráðgevi og samskipari í hjálparátøkum í Kenja. Umvegis altjóða deildina í Keypmannahavn, arbeiðir Vár eitt nú við at samskipa átøk í samstarvi við Reyða Kross í Kenja, sum røkir týðandi hjálpartænastur í tøttum samstarvi við kenjanskar heilsumyndugleikar.
Koronafarsóttin er bæði ein váði fyri fólkaheilsuna í økinum, men er eisini ein humaniter avbjóðing fyri menningarlond, har trygdarnet og heilsumyndugleikar framanundan eru undir stórum trýsti vegna náttúruvanlukkur, veðurlagsbroytingar og kríggi.
Reyði Krossur í Kenja, hevur ein umráðandi leiklut í at avmarka koronafarsóttina millum borgararnar í landinum, og arbeitt verður tætt saman við heilsumyndugleikunum í landinum innan øki, sum sálarheilsu og psykososialan stuðul (PSS). Ein liður í verkætlanararbeiðinum er at veita upplæring og venjing innan sálarheilsu og psykososialum stuðli.
Reyði Krossur Føroya hevur valt at lata kr. 650.000 til humaniterar verkætlanir í Kenja.
Uttanlands
Vár samskipar hjálparátøk í Kenja
Altjóða starvsfólkið hjá Reyða Krossi Føroya, Vár í Dali, hevur ein týðandi leiklut sum humaniterur ráðgevi og samskipari í hjálparátøkum í Kenja, og Reyði Krossur Føroya hevur valt at lata kr. 650.000 til humaniterar verkætlanir í landinum
2020-12-11 19:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald