Fyrrverandi amerikanski forsetin og republikanska forsetavalevnið, Donald Trump fer væntandi at avdúka, hvønn hann hevur valt til varaforsetavalevni miðskeiðis í juli.
Hetta verður í sambandi við landsfundin hjá Republikanarunum, sum verður í Milwaukee í amerikanska statinum Wisconsin frá 15. til 18. juli, har Trump væntandi formliga verður valdur til forsetavalevni hjá flokkinum.
Nógvar gitingar hava verið um, hvør fer at verða varaforsetavalevni hjá Trump, og amerikanskir miðlar hava nú sett navn á átta politikarar, sum hava fingið umbøn um at lata inn persónlig skjøl, ið er vanlig mannagongd, tá eitt varaforsetavalevni skal finnast. Fleiri teirra hava sjálvir roynt at gerast republikanskt forsetavalevni.
Teir átta politikararnir eru senatorar Marco Rubio, J.D. Vance, Tom Cotton og Tim Scott; limir í umboðsmannatinginum Elise Stefanik og Byron Donalds; Doug Burgum, guvernørur í North Dakota; og Ben Carson, ið var ráðharri í bústaðarmálum, tá Trump var forseti.
Amerikanska forsetavalið verður 5. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald