Týskvøldið klokkan 21 amerikanska tíð - náttina til mikudagin klokkan tvey okkara tíð - verður fyrsta, og helst eisini einasta beinleiðis sjónvarpskjakið millum amerikonsku varaforsetavalevnini Tim Walz og J.D. Vance.
Tað verður CBS News, sum verður vertur fyri kjakinum, sum verður sent úr New York.
CBS News hevur nú kunngjørt reglurnar fyri kjakið, sum verður 90 minuttir við tveimum steðgum á fýra minuttir.
Tá forsetavalevnini Kamala Harris og Donald Trump kjakaðust 10. september, var tað uttan áskoðarar í rúminum, og soleiðis verður kjakið millum Walz og Vance eisini skipað.
Orðstýrarar eru teir einastu, sum sleppa at seta spurningar. Hvørt valevni fær tvær minuttir at svara einum spurningi, og síðani fáa tey ein minutt afturat at gera viðmerkingar.
At enda fær hvørt valevni tveir minuttir at taka samanum. Lutakast um raðfylgjuna var 26. september. Vance vann og valdi at hava seinasta orðið.
CBS News skrivar, at tey tilskila sær rættin at sløkkja mikrofonirnar hjá valevnunum. Valevnini verða ikki kunnað um spurningar ella kjakevni undan kjakinum, valevnini sleppa ikki at hava lutir ella skrivaðar viðmerkingar við sær á pallin, og heldur ikki sleppa tey at samskifta við starvsfólk, meðan steðgur er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald