Amerikanska forsetavalevnið Joe Biden, hevur nú avdúkað, hvønn hann hevur valt sum sítt varaforsetavalevni.
Í gjárkvøldið váttaði hann í dagføring á Twitter, at hann hevði valt Kamala Harris, senator úr Kalifornia.
I have the great honor to announce that I’ve picked @KamalaHarris — a fearless fighter for the little guy, and one of the country’s finest public servants — as my running mate.
— Joe Biden (@JoeBiden) August 11, 2020
Kamala Harris, sum er 55 ár, verður sostatt fyrsta litta kvinnan, sum gerst varaforsetavalevni hjá einum stórum flokki í USA. Mamma hennara er úr India, og pápi hennara er úr Jamaika.
Hon stillaði sjálv upp til forsetavalið, men í desember tók hon seg úr valstríðnum og í mars boðaði hon frá, at hon fór at stuðla Joe Biden.
Joe Biden og Kamala Harris (Mynd: EPA)
Tað var upprunaliga ætlanin, at Joe Biden skuldi avdúka sítt varaforsetavalevni í síðstu viku, men hetta varð útsett.
Hann skuldi almannakunngera navnið á valevninum áðrenn floksfundin hjá demokratunum, sum byrjar 17. august. Tá verður Joe Biden formliga tilnevndur sum forsetavalevnið hjá demokratunum, sum skal bjóða Donald Trump av.
Orsakað av korona, verður Joe Biden tó ikki fysiskt til staðar á floksfundinum, sum verður í Milwaukee í statinum Wisconsin. Hann fer í staðin at tala gjøgnum netið.
Amerikanska forsetavalið, har fólkið skal velja millum Biden og Trump, verður 3. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald