Á burðardygdstiltaki í Runavík í dag kunngjørt, at føroyskar fyritøkur nú fáa ein nýggjan pall at samstarva um burðardygd. Nýggi pallurin eitur Varandi Vinna.
Endamálið við Varandi Vinnu er at savna fyritøkur úr ymiskum vinnugreinum og í ymiskum støddum í eitt netverk, sum kann styrkja møguleikarnar at finna ítøkiligar loysnir fyri burðardygga menning – bæði í egnum virksemi og í samfelagnum sum heild, skrivar Vinnuhúsið.
– Føroyskar fyritøkur hava í stóran mun somu avbjóðingarnar á hesum øki, og tí kann tað vera sera gagnligt at hittast og umrøða burðardygd í einum føroyskum veruleika. Varandi Vinna verður røddin hjá vinnuni í burðardygga skiftinum, sum tryggjar góðar varandi karmar at virka í.
– Netverkið er opið fyri øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella sum eru limir umvegis eitt annað arbeiðsgevarafelag.
Fyritøkur, ið gerast partur av Varandi Vinnu skulu seta sær nøkur felags krøv:
- seta sær bindandi mál um at minka útlát í vav 1 og 2 í tráð við París-sáttmálan
- arbeiða við útláti í vav 3 og seta bindandi mál
- gera árliga almenna frágreiðing um burðardygd (ESG-lyklatøl)
- ovasta leiðsla skal luttaka á netverkfundum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald