Uttanlands

Varð kannaður fyri covid-19 fýra ferðir: Bæði positivur og negativur

Elon Musk sigur, at hann fekk tvey positiv og tvey negativ kanningarúrslit sama dag

Elon Musk (Savnsmynd)

Elon Musk (Savnsmynd)

2020-11-14 17:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski íverksetarin og Tesla-stovnarin, Elon Musk sigur seg ivast í úrslitinum av covid-19 kanningum. Orsøkin er, sigur hann, at hann sjálvur varð staðfestur bæði positivur og negativur sama dag.

Í dagføring á Twitter skrivar hann, at hann varð vorðin kannaður fýra ferðir sama dag, og úrslitini vóru ymisk. Tvey úrslit vóru positiv, og tvey vóru negativ, sigur hann, og leggur afturat, at talan var um sama slagið av kanning.

Sambært rt.com, elvdi dagføringin hjá Elon Musk til nógv kjak á sosiala miðlinum. Summi hildu tað vera ábyrgdarleyst av honum at sipa til, at úrslitið av einari covid-19 kanning skuldi verið óálítandi.

Onnur hildu tó, at sonevnd "følsk positiv" úrslit kundu verið orsøkin til, at talið á positivum er vaksandi í fleiri londum.

Elon Musk legði síðani afturat, at um hetta kom fyri hjá honum, kemur hetta eisini fyri hjá øðrum.

49 ára gamli íverksetarin sigur seg havi fingið sjúkueyðkenni, sum minna um vanligt krím, men annars bagir honum einki.

Elon Musk er fyrr komin við atfinningum móti myndugleikum, ið hava latið samfeløgini aftur fyri at steðga smittuspjaðingini. Hann heldur, at tað bert eru tey í vandabólki, ið eiga at verða avbyrgd.

Hann hevur eisini boðað frá, at hvørki hann ella nakar annar í familju hansara ætla at lata seg koppseta, tá eitt koppingarevni verður tøkt.

Les eisini: Elon Musk ætlar ikki at lata seg koppseta fyri korona

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder