Mentan

Várdagar í Kvívík

Frá týsdegnum og restina av vikuni verða Várdagar í Kvívik – Hetta er fyrsta tiltakið av sínum slag í bygnini, og verður ymiskt á skrá til allar aldursbólkar

2022-03-21 18:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum verður skipað fyri Várdøgum í Kvívík.

Hetta tiltakið er tað fyrsta av sínum slag í bygdini, har tey eru sera spent og vóna, at nógv fólk fara at møta til ymisku tiltøkini, verður sagt í tíðindaskrivi.

Várdagarnir byrja í annaðkvøld, týskvøldið 22. mars, og verða ymisk tiltøk á skrá hvønn dag fram til sunnudagin.

Skráin fyri vikuna er fjølbroytt, og inniheldur okkurt til allar aldursbólkar.

Byrjað verður við fyrilestri um bygdina frá miðskeiðis í 19. øld og fram til vaksandi bygdasamfelagið í dag. Viggo Johannesen fer at siga frá og vísa myndir av, hvussu tað var at veksa upp undir 2. heimsbardaga. Hann hugleiðir um ymiskar hendingar undir krígnum, ið hava sett seg í minnið hjá honum.

Viggo er í dag farin val upp tey 80, men minnist hann hesa tíðina serliga væl.

Allan Brockie fer at vísa eina digital myndarøð, frá miðskeiðis í 1960unum og fram til miðskeiðis í 1980unum. Allan fann sær konu í Kvívík, og dámdi væl at taka myndir runt í sóknini. Hann hevur fleiri 100 myndir, og velur hann nakrar burturúr og greiður frá teimum.

Dagstovnurin Áarlon letur dyrnar upp, og børnini hava fyrireikað ymiskt eins og bókasavnið eisini fer at hava søgulestur um Mumi.

Møguleiki verður eiisni at síggja vatnmylluna hjá Kvívíkar kommunu. Hendan vatnmylla varð gjørd við umhvørvinum í huga, og brúkar kommunan hesa grønu orkuna at hita kommunalar bygningar við. Joen Jacob Andreasen, tøknileiðarin hjá Kvívíkar Kommunu, kemur at greiða frá virkseminum hjá mylluni, og hvussu væl hon roynist.

Í vikuskiftinum verður m.a. pubquiz, ókeypis morgunmatur í Glæmuni, ein heilsugongutúrur, og felagssangur í Kvívíkar kirkju við Boga Mouriten. Meira kunning um Várvikuna er at finna á facebooksíðuni "Várdagar í Kvívík".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder