Innanlands

Várdagur í Sølumiðstøðini allan hósdagin

Nógv ymist fyri bæði ung og eldri verður á skránni

2024-05-01 19:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Várdagur við tilboðum og undirhaldi og vinningum verður aftur á skránni hjá SMS í morgin, hósdagin, 2. mai.

Várdagurin er eitt væl umtókt afturkomandi tiltak hjá SMS, har handlarnir eru á tremur við nýggjasta vármótanum og várvørum annars, og opið er til langt út á kvøldið.

Samstundis verður undirhald á skránni á Torginum.

Lagt verður fyri longu fyrrapartin við at bjóða foreldrum, sum eru heima í farloyvi, at koma at lurta eftir Ingibjørg frá Ansni, ið fer greiða frá og vísa fyrstuhjálp til tey allar minstu.

Fyri tey, sum eru eitt sindur eldri, verður eitt áhugavert tiltak klokkan 13, tá ið Beate Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, saman við Ingeborg Vinther, næstforkvinnu í landfelagnum, Alfred Olsen, nevndarlimi og Eiriki Suna Danielsen, dagligum leiðara í Tilhaldinum í Havn fer at greiða frá og vísa á allar møguleikanar og tilboðini, hvussu lívið sum pensjónistur kann vera so gott og ríkt sum gjørligt.

Eftir hetta fer Ólavur Højgaard at syngja nøkur løg.

Børnini verða heldur ikki gloymd, tí seinnapartin fer vinnarin SMS-Vox-sangkappingini, Bjarki, at syngja nøkur løg, og Rógvi Dam fer á pallin at framføra ymist fyri teimum smærru.

Haraftrar verður nógvur livetónleikur at hoyra í SMS henda dagin. Millum teirra, ið fara at syngja, eru Ólavur Højgaard, SMS-Vox-vinnarin Bjarki og Danny og Ingi.

Kahoot-kapping, har øll hava møguleika at vera við, er á Torginum klokkan 21, og har ber millum annað til at vinna ferðaseðlar til Paris fyri tvey og SMS-gávukort.

SMS letur dyrnar aftur klokkan 22 hetta hóskvøldið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder