Innanlands

Varðhaldsfongslað í fýra vikur í stórum rúsevnismáli

Fimm fólk eru varðhaldsfongslað í sambandi við rúsevnismáli, har tey eru skuldsett fyri at smugla 27 kilo av rúsevni til Føroya

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-08-30 16:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fimm fólk, sum seinnapartin í gjár vórðu handtikin í stórum rúsevnismáli, eru varðhaldsfongslað í fýra vikur meðan málið verður kannað.

Tað veit útvarpið.

Grundlógaravhoyring var seinnapartin, og fólkini eru skuldsett fyri at smugla sløk 27 kilo av rúsevnum til Føroya. Løgreglan hevur lagt hald á 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini.

Talan er um eina kvinnu úr Íslandi, eina kvinnu og tveir menn úr Danmark og so ein føroying.

Virði á smuglaðu rúsevnunum liggur um einar tíggju milliónir sambært prískunning, sum útvarpið fekk frá løgregluni í 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder