Innanlands

Varðhaldsfongslaðir fyri harðskap

Tveir, sum vórðu handtiknir í sambandi við eitt harðskapsmál leygarmorgunin, eru nú varðhaldsfongslaðir í ávikavist níggju dagar og fýra vikur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-04-14 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga leygarmorgunin, millum klokkan fimm og seks, vórðu tveir persónar handtiknir í sambandi við eitt harðskapsmál í høvuðsstaðnum, sum løgreglan kannar í løtuni, og báðir eru nú varðhaldsfongslaðir.

Harðskapurin varð framdur móti einum persóni uttanfyri eitt matstað í miðbýnum. Órættaði fekk onkrar skaðar og varð koyrdur á sjúkrahúsið.

Teir báðir, sum framdu harðskapin, vórðu varðhaldsfongslaðir eftir grundlógaravhoyr í gjár. Tann eini varð varðhaldsfongslaður í níggju dagar, meðan hin varð varðhaldsfongdslaður í fýra vikur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder