Uttanlands

Varðhaldsfongslaður eftir dráp á Christiania

Ein 18 ára gamal maður varð grundlógaravhoyrdur í gjár, og er hann fyribils varðhaldsfongslaður í 25 dagar – Hann er skuldsettur fyri dráp og drápsroynd

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2023-08-28 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 18 ára gamal maður, sum er skuldsettur fyri dráp og drápsroynd í sambandi við skottilburðin á Christiania leygarkvøldið, varð í gjár grundlógaravhoyrdur, og er hann nú varðhaldsfongslaður fyribils í 25 dagar.

18 ára gamli maðurin noktar seg sekan, og verji hansara hevur kært avgerðina til landsrættin, sum sostatt eisini skal taka støðu til varðhaldsfongslingina, sigur løgreglan í Keypmannahavn sambært Ritzau.

Maðurin verður sitandi í varðhaldi, til landsrætturin tekur eina avgerð, og ógreitt er, nær tað verður. Hann verður ikki hildin at vera ein av teimum báðum monnunum, sum leygarkvøldið fóru inn í ein bygning á Pusher Street í maskum og svørtum klæðum og lótu skot av. Í staðin skal hann hava verið við til at leggja drápið til rættis.

Fimm persónar vórðu raktir av skotunum, og ein teirra - ein 30 ára gamal maður - lat lív. Sambært Ekstra Bladet og B.T. var 30 ára gamli maðurin limur í Hells Angels.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder