Uttanlands

Varðhaldsfongslaður fram til 28. juli

Maðurin, sum skeyt frá hond inni í Field's í gjár, verður varðhaldsfongslaður í 24 dagar, avgjørdi býaarrætturin í Keypmannahavn seinnapartin

Fólk rýmdu úr Field's í seinnapartin í gjár (Savnsmynd)

Fólk rýmdu úr Field's í seinnapartin í gjár (Savnsmynd)

2022-07-04 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

22 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið tríggir persónar og roynt at dripið sjey onnur í sølumiðstøðini Field's í gjár, varð grundlógaravhoyrdur seinnapartin.

Maðurin skal varðhaldsfongslast fram til 28. juli. Og hann skal flytast á afturlatna psykiatriska deild, so skjótt har er pláss, avgjørdi ein dómari í býarrættinum í Keypmannahavn eftir ein tveir tímar langan rættarfund.

Sambært dómaranum er orsøk til at halda, at maðurin er sekur, og eisini er orsøk at stúra fyri, at hann, verður hann leyslatin, fer at fremja líknandi brotsverk og fer at ávirka kanningararbeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder