18 ára gamli maðurin, sum varð handtikin í sambandi við álopið á einum miðnámsskúla í svenska býnum Fagersta fríggjadagin, er varðhaldsfongslaður.
Maðurin er undir illgruna fyri við svørði at hava lopið á fleiri næmingar. Ein 17 ára gomul genta varð dripin, og tríggir dreingir undir 18 ár vórðu særdir, harav tveir vórðu álvarsliga løstaðir, skrivar Ritzau.
Maðurin, sum eisini er næmingur á skúlanum, er skuldsettur fyri dráp og drápsroynd.
Áður hevur verið boðað frá, at tvey hús eru rannsakað í sambandi við kanningararbeiði hjá løgregluni, sum einki hevur sagt um nakað motiv í sambandi við álopið.
Hundraðtals avhoyringar av bæði næmingum og lærarum skulu gerast. Higartil hevur løgreglan tosað við millum 80 og 100 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald