Ein persónur varð í gjár varðhaldsfongslaður í tvær vikur fyri at hava stolið úr trimum handlum.
Talan er um ein útlending, sum er komin til Føroya í arbeiðsørindum, og sum bert hevur verið í landinum í nakrar mánaðir, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Viðkomandi hevur stolið úr handlum í Havn og í Eysturoynni. Talan er m.a. um klæðir og elektroniskar vørur, men samlaða virðið á hesum er enn ikki greitt, verður upplýst.
Stuldurin varð meldaður í einum handli, og tá kannað varð nærri, vísti tað seg, at viðkomandi eisini hevði stolið úr øðrum handlum. Stolnar vørur vóru m.a. funnar uppiá honum og á bústaðnum hjá honum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald