Innanlands

Varðhaldsfongslaður í 14 dagar

Ein maður er skuldsettur fyri grovan harðskap, sum fór fram á einum skeinkistaði í Havn leygarkvøldið

(Savnsmyns: Jens Kr. Vang)

(Savnsmyns: Jens Kr. Vang)

2022-09-12 08:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein útlendskur arbeiðsmaður fekk varðhaldsfongsling í 14 dagar, tá hann varð grundlógaravhoyrdur í Føroya rætti í gjár, upplýsir løgreglan.

Maðurin er skuldsettur fyri grovan harðskap – tað, sum løgreglan nevnir kvalifiseraður harðskapur – fyri at hava knúst eitt glas í høvdið á einum øðrum manni á einum skeinkistaði í Havn.

Hetta hendi um tíggju-tíðina leygarkvøldið.

Órættaði, sum eisini er útlendskur arbeiðsmaður, fekk nakað av skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder