Innanlands

Varðhaldsfongslaður í 17 dagar

Í sambandi við harðskapsmál varð løgreglan boðsend til ein bústað í høvuðsstaðnum fríggjadagin

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-10-05 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt harðskapsmál.

Tað var fríggjadagin, at løgreglan varð boðsend til ein bústað í Havn í sambandi við harðskapi.

Talan var um ein persón, sum hevði brúkt harðskap móti makanum, og endaði tað við, at viðkomandi varð handtikin, sigur løgreglan.

Leygardagin varð viðkomandi framstillaður í rættinum, har hann varð dømdur at sita varðhalsfongslaður í 17 dagar, meðan málið verður kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder