Innanlands

Varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Løgreglan kannar eitt mál um hóttanir á sosialu miðlunum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-03-15 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður varð í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri m.a. at hava borið fram hóttanir á sosialu miðlunum.

Maðurin varð handtikin hóskvøldið, og fríggjadagin varð hann framstillaður í rættinum, sum gav honum fýra vikur í varðhaldi.

Løgreglan fer at brúka hesa tíðina til at gera fleiri kanningar í málinum. M.a. skulu tey kanna teldur og fartelefonir fyri at skjalprógva hóttanirnar, sum maðurin er komin við, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Vaktleiðarin leggur afturat, at hetta er ikki fyrstu ferð, at maðurin hevur gjørt slíkt, og hevur hann fingið aðrar dómar frammanundan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder