Innanlands

Varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri hóttanir

Maðurin var óstortligur á Farstøðini fyrr í vikuni og varð hósdagin framstillaður í Føroya Rætti.

2026-09-11 07:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt av málunum hjá løgregluni síðsta vikuskifti hevði sín uppruna á Farstøðini mikudagin.

Har vísti ein maður ágangandi framferð mótvegis teimum, ið starvaðust hjá Bil/MiniTaxi. Sambært døgnraporttini hjá løgregluni var maðurin hóttandi og harðligur. Fyri hetta varð viðkomandi handtikin.

Í morgun kundi løgreglan greiða frá, at persónurin hósdagin kom fram fyri ein dómara í Føroya Rætti.

Har varð gjørt av, at maðurin skuldi varðhaldsfongslast í fýra vikur. 

Eftir hetta skal støða takast til, hvat hendir víðari.

Talan er um ein kenning hjá løgregluni, sum eisini hevði rúsandi evni, tá hann varð handtikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder