
Ein húsaófriður í meginøkinum í nátt var atvoldin til, at ein persónur varð fluttur á landssjúkrahúsi við sárum frá knívsstungum.
Les eisini: Knívur á lofti í nátt
Talan var um eina ósemju innan fyri ett parlag. Løgreglan er ógvuliga varsom við, at geva upplýsingar um júst hvat tað var, sum hendi, og eftir grundlógarforhoyrið kann tað framvegis ikki kunngerast, hvør stakk hvønn.
Greitt er tó, at persónurin sum varð stungin er uttanfyri lívsvanda, og tann sum stakk er varhaldsfongslaður í fyribils tríggjar dagar. Hetta seinna upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðuni fyri Portalinum í kvøld.
Hóttanir førdu ikki til varðhaldsfongslan
Ein maður varð í nátt handtikin, sum bar fram hóttanir um at seta eld á eini hús.
Løgreglan arbeiðir við málinum, men greitt er, at viðkomandi ikki verður varðhaldsfongslaður, upplýsir vakthavandi.
Les eisini: Maður handtikin fyri hóttanir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald