2019-10-03 21:08
Ein 27 ára gamal maður, sum er skuldsettur fyri neyðtøkuroynd í Havn sunnunáttina tann 8. september, skal vera fýra vikur afturat í varðhaldinum.
Hetta var avgjørt í Føroya rætti í dag, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.
Maðurin skal nú eisini mentalkannast.
Hann varð fyrst varðhaldsfongslaður til 3. oktober, men nú er altso varðhaldsfongslingin longd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald