Uttanlands

Varðhaldsfongslingin hjá Mariusi Borg Høiby longd

Men hann sleppur at sita við fótleinkju

(Savnsmynd: Heiko Junge/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Savnsmynd: Heiko Junge/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-13 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Varðhaldsfongslingin hjá Mariusi Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit verður longd við fýra vikum, men hann sleppur at sita heima við fótleinkju.

Tað hevur rætturin í Oslo avgjørt í dag.

Orsøkin til, at varðhaldsfongslingin varð longd er, at rætturin er samdur við ákærumyndugleikanum í, at Høiby aftur fer at bróta tilhaldið móti fyrrverandi unnustu síni. Hesum vísir Høiby tó aftur.

Teknisku partarnir av avgerðini eru ikki greiðir, skrivar norska NRK sambært Ritzau.

Høiby hevur góðtikið avgerðina, men ákærumyndugleikin hevur kært avgerðina og heldur, at Høiby eigur at verða verandi í fongslinum, inntil kærumálið er viðgjørt.

Tað var 15. juni, at krúnprinsessusonurin fekk fýra ára gongsulsrevsing m.a. fyri tvær neyðtøkur og harðskap í nærsambandi. Hann varð tó fríkendur fyri tvær aðrar neyðtøkur. Høiby hevur kært dómin. Hann noktar seg sekan í neyðtøku og harðskapi.

Høiby hevur fleiri ferðir biðið um at sleppa úr varðhaldinum, so hann kann vera saman við mammu síni, sum herfyri fekk eina lungnatransplantasjón.

Sambært norska miðlinum VG fer Høiby at sita í varðhaldi í búðstaðnum hjá krúnprinshjúnunum, Skaugum.

Rætturin í Oslo hevur eisini avgjørt, at hann skal rinda endurgjald til fleiri av órættaðu kvinnunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder