Uttanlands

Varðhaldsfongslingin hjá Watson longd til 18. desember

Tað avgjørdi rætturin í Grønlandi í dag

Paul Watson hevur verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi síðan 21. juli (Savnsmynd: KNR)

Paul Watson hevur verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi síðan 21. juli (Savnsmynd: KNR)

2024-12-02 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Varðhaldsfongslingin hjá umhvørvisstríðsmanninum Paul Watson varð í dag long enn einaferð.

Á rættarfundi í dag avgjørdi rætturin í Grønlandi, at varðhaldsfongslingin skuldi leingjast til 18. desember.

Watson hevur verið varðhaldsfongslaður í Nuuk, síðan hann varð handtikin 21. juli umborð á skipinum John Paul de Joria, sum bunkraði í grønlendska høvuðsstaðnum.

Hóast mótmæli er varðhaldsfongslingin blivin longd fleiri ferðir.

– Vit halda, at hetta er átaluvert, tí vit ikki meta, at treytirnar fyri varðhaldsfongsling eru loknar, sigur Julie Stage, ein av sakførarunum hjá Paul Watson.

Watson varð handtikin í summar orsakað av altjóða handtøkuboð frá Japan, sum ynskja at rættarsøkja Watson fyri at hava órógvað hvalaveiðu í 2010. Danska løgmálaráðið skal taka støðu til, um hann skal útflýggjast til Japan. Watson noktar seg sekan.

Sambært Ritzau hevði ákærumyndugleikin biðið um, at varðhaldsfongslingin varð longd til 30. desember, men rætturin hevur tikið avgerð um bert at leingja hana í 16 dagar. Orsøkin er, at danska løgmálaráðið leygardagin boðaði frá, at ein avgerð verður tikin innan 14 dagar. Tað segði sakførarin hjá Watson í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder