Álop á netinum gerast alsamt meiri vanlig, og 2024 sló øll met hjá donskum fyritøkum.
Sambært trygdarrapportini hjá "TDC Erhverv", sum hevur ábyrgdina av talgildu ferðsluni hjá yvir helminginum av donsku fyritøkunum, er hóttanarstigið so at siga høgt alla tíðina.
Í 2023 vóru umleið tíggju milliónir álop á danskar fyritøkar steðgaði. Hetta verður mett sum ógvuliga nógv, men bara í seinasta ársfjórðingi í fjør var talið yvir fimm og eina hálva millión.
Samanlagt fyri 2024 vóru beint undir 27,2 milliónir álop á danskar fyritøkur, sum TDC Erhverv vardi fyri.
Hetta er greitt met á økinum og vænta starvsfólk, at man skal venja seg við slík tøl.
Tað er serliga "Malware", sum fyllur. Hetta eru øll sløg av "óndari software", og tey skaða eindir og skipanir hjá brúkarunum. Tað var greitt størsta hóttanin við umleið 64 prosentum av øllum álopum.
Beint omanfyri 15 prosent var "phishing", sum eru følsk boð ella síður. Her vilja teldusníkar fáa fatur á kotum og persónligum upplýsingum hjá fólki. Slíkt, eins og Malware, sæst eisini meira og meira av í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald