2024-02-26 10:23
Hósdagin 29. februar verður várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum løgd fram.
Framløgan verður í Varpinum í Klaksvík klokkan 10.
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Limir í Búskaparráðnum eru Fróði Magnussen, cand.merc., formaður; Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap; Sanna Laksá, PhD í búskaparfrøði; Helena Andreasen, cand. merc.aud; og Johnny í Grótinum, cand. polit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald