Árliga Várframsýningin, sum felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri, verður á Listasavni Føroya frá 6. - 30. mars 2020. Várframsýningin er ein sokallað sensurerað framsýning, og ein úrvalsnevnd velur verkini út. Í úrvalsnevndini eru Ludvík á Brekku, Finleif Mortensen og Tove Askham. Øll kunnu senda verk inn til várframsýningina.
Aftur í ár er ’Frítt myndevni’, tvs. listafólkið avger sjálvt, hvat tað myndar. Rákið seinastu árini hevur annars verið, at avmyndan av ávísum evnum hevur verið sett sum krav fyri, at listafólk kundu fáa verk síni við á framsýningar. Tað kann sjálvandi vera bæði kúgandi og útihýsandi.
Úrvalsnevndin vil fegin hava nógvar ymiskar myndlistagreinir við til várframsýningina. Umframt sokallaðu ”vanligu” myndlistina, eggjar úrvalsnevndin fólki, sum arbeiða við installatión, framførslulist, ljóðlist, videolist o.ø., um endiliga at senda verk/verk í gerð inn.
Verk, sum verða latin inn til metingar, skulu ikki vera eldri enn 2 ár. Til ber at lata í mesta lagi 10 verk inn og í minsta lagi 3, og tað er líka mikið, hvat slag av tøkni er brúkt. Freistin at lata verk inn er 6. februar 2020.
Í ár 30 ár síðani fyrstu várframsýningina, og tað hevur úrvalsnevndin avgjørt at hátíðarhalda á tann hátt, at framsýningin verður skipað í tveimum: ein partur fyri limirnar í felagnum Føroysk Myndlistafólk og ein partur fyri tey listafólkini, sum annars senda verk inn til várframsýningina. Verkini frá limunum verða ikki sensurerað, men fáa avmarkað pláss, og greitt verður skilt millum verkini hjá limunum og verkini hjá teimum listafólkunum, sum senda inn við vanligum treytum til várframsýningina 2020.
Meira kunning um sjálva framsýningina umframt vegleiðing sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald